Byrsumaðurin, sum í gjár skeyt eftir einum øðrum manni á havnarlagnum í Havn verður í løtuni grundlógaravhoyrdur Tað var tíðliga í gjár at ein maður skeyt eftir einum øðrum manni í Havn. Seinnapartin varð maðurin handtikin, og í løtuni er hann til grundlógaravhoyring í rættarsali 1 í Føroya rætti
Tað var alment nær maðurin skuldi til avhoyringar. Upprunaliga skuldu avhoyringarnar byrja klokkan 18, men hetta varð seinni framskundað til klokkan 16:30
Kringvarpið veit at siga, at maðurin antin verður ákærdur fyri drápsroynd ella fyri at hótta fólk við lívinum.
Somuleiðis veit Kringvarpið, at talan er um tveir menn, sum løgreglan kennir frá øðrum málum.










