Grønlendingurin, sum er undir illgruna fyri at hava volt deyða Birnu Brjánsdóttir í Reykjavík í januar, verður avhoyrdur fyri seinastu ferð í morgin, sigur Grímur Grímsson, yvirløgregluleiðari við íslendska kringvarpið, RÚV. Hann sigur eisini, at væntandi verður málið handa ákæruvaldinum fríggjadagin.
Maðurin, sum varð handtikin, tá Polar Nanoq kom aftur til Hafnafjarðar, hevur nú sitið varðhaldsfongslaður í átta vikur, har av seks teirra í einakliva. RÚV skrivar, at íslendskir myndugleikar nú hava fýra vikur eftir, áðrenn teir mugu reisa ákæru móti manninum. Íslendsk lóg sigur, at eingin kann sita varðhaldsfongslaður í meiri enn tólv vikur, uttan at ákæra verður reist móti sær.
Íslendska løgreglan sigur, at hon hevur fingið svar upp á flestu av lívfrøðiligu kanningunum, sum hon sendi til kanningar í Íslandi. Grímur Grímsson vil tó ikki siga, um úrslitini styrkja sakina hjá løgregluni ella ikki.
Grønlendingurin hevur játtað, at hann ætlaði at smuglað 20 kilo av hassji til Grønlands, men noktar fyri, at hann hevur nakað við deyða Birnu Brjánsdóttir at gera. Hassjið fann íslendska løgreglan, tá teir gjørdu rannsókn umborð á Polar Nanoq.
Tveir aðrir av manningini á Polar Nanoq vóru handtiknir. Annar varð leyslatin beinanvegin, hin sat varðhaldsfongslaður í tvær vikur.










