Starvsdagur
Tað var týðiligt, at tað vóru ikki ?pliktrøður?, ið hildnar vórðu fyri Tordi Niclasen á 20 ára starvsdegnum mikudagin. Røðurnar komu frá hjartanum, og tað skiltist, at hann er væl umtóktur leiðari.
Bæði starvsfólk, búfólk og onnur nýttu høvið at bera honum heilsu á stóra degnum.
Um Tordur hevur hildið, at rósandi orðini vóru nakað nógv av tí góða, er ilt at siga, men tá hann, sum seinastur fekk orðið, fortaldi hann hesa fittu søgu:
Ein morgunin, tá hann kom til arbeiðis, kom eitt av starvsfólkunum koyrandi við einum av búfólkunum. Tordur heilsaði og spurdi: ?Hvat siga leirvíkingar í morgun??
Við sínum mildu eygum hugdi konan uppá hann og svaraði: ?Tú ert fittur!?.
?Hatta var vakurt sagt?, hoyrdi Tordur starvsfólkið siga við konuna, tá tær fóru víðari.
?Okkurt skal man siga?, læt tá í hesi gomlu.
Hugnaligur bústovnur
Eysturoyar Røktar-og Ellisheim er kent fyri at vera ein serstakliga hugnaligur bústovnur, har trivnaðurin verður settur høgt. Hesum gav Tordur starvsfólki sínum æruna fyri.
Hann segði, at hóast leiðarin er stavnamaður, so er tað manningini fyri at takka, at trivnaðurin er í hásæti.
- Trivnaður er ikki ein knøttur, tú kanst trýsta á ? trivnaður er nakað, tú skapar, segði hann.
Tað var stúgvandi fult av fólki á røktarheiminum henda dagin. Millum mongu gávurnar og blómurnar, fekk Tordur frá stýrinum fyri heimið ein málning av heimbygd síni, Sørvági.
Eftir tónleik og røður varð borðreitt við pinnamati og køkum.










