Avgusturin skal á sjógv í eitt hálvt ár

Nú er avgusturin flensaður og klárar at koyra á sjógv at rota

Uppskurðurin av avgustinum við Áir er nú komin undir land. Nú verður farið undir sjálva varðveitingina.

 

Søvn Landsins siga, at hósdagin kom Jeppe Møhl, djórakonservator, sum í mong ár hevur starvast á Zoologisk museum í Danmark, at hjálpa til at flensa, og at leggja lag á.

 

Jeppe Møhl hevur drúgvar royndir við tílíkum arbeiði. Hann hevur verið við til at skera upp einar 40 sjálvdeyðar avgustar, bæði í Danmark og Grønlandi, og staðið fyri varðveitingini av teimum.

 

Ætlanin er at rota beinagrindina av avgustinum við Áir, fyri seinni at nýta hana í sambandi við framsýning hjá Søvnum Landsins, helst á gomlu hvalastøðini.

 

Fríggjadagin verður farið í holt við ta varðveitandi viðgerðina.

 

Beinagrindin verður seymað inn í ein trolposa og løgd á sjógv at rota.

 

Mett verður, at móti sumri verður klárt at taka hana uppaftur. Síðani skulu beinini trýstspulast, umframt at hon skal hava varðveitandi viðgerð og síðani skal hon turkast.

 

Nær beinagrindin kann sýnast fram, er ikki greitt enn, siga Søvn Landsins.