Avugusturin, sum liggur deyður í Hvalba, skal fáa frið.
Tað sigur Náttúrugripasavnið.
Avgusturin doyði í morgun og Náttúrugripasavnið sigur, at tey ætla at kanna hvalin.
Les eisini: Avgusturin doyði um tíggju tíðina í morgun
Nátttúrugripasavnið hevur samband við fólk í Hvalba, sum skulu taka sýni av deyða avgustinum.
- Tí verður heitt staðiliga á fólk um ikki at taka tenn ella annað av hvalinum.
Fólk á staðnum fara, so skjótt, sum til ber, at taka sýnini fyri Náttúrugripasavnið og tað er umráðandi at hesi fáa frið at arbeiða.
- Náttúrugripasavnið sigur, at tenningar vísa, hvussu gamal, hvalurin og vevnaðarsýnini gera, at tað ber til gera ílegukanningar og annað.