Avgusturin, sum varð tikin upp við Áir 26. november, varð avmyndaður 3D.
Endamálið við tí var at skjalfesta hann á pláninum, áðrenn hann varð skorin upp, til framtíðar miðlan á hvalastøðini. Tað skriva Søvn landsins á heimasíðuni, www.savn.fo
Fornfrøðideildin á Fornminnissavninum hevur útvegað sær útgerð til 3D-myndir í sambandi við skráseting av økjum við fornminnum. Henda útgerð kom væl við, nú avgusturin varð tikin upp.
Tað er Helgi Michelsen, fornfrøðingur, sum hevur tikið myndina og sum stendur fyri menning av hesi tøkni hjá Søvnum Landsins.
3D-myndirnar av avgustinum síggjast á heimasíðuni, www.savn.fo.