Avgreitt fyri steðgin

Stjørnan trumlaði avstað fyrsta hálva tíman, og so kundu tær taka sær av løttum, tá setningurin var avgreiddu

Hondbóltur

 

Stjørnan ristist ikki á hondunum, tá StÍF kom á vitjan. Hóast tað mest sum hvørja ferð er endað við ætlaða favoritt-sigrinum, tá tær hava spælt móti StÍF seinnu árini, so hava strandakvinnur ofta argað heilt nógv í júst hesi uppgerðini.

Soleiðis varð tó ongan tíð sunnudagin. Stjørnan leyp alt fyri eitt avstað, og longu eftir góðum korteri var mest sum allur ivi um dystin beindur burtur.

Tað bar við sær, at leikferðin í seinna hálvleiki ongan tíð gjørdist tann heilt nógva. Stjørnan hevði sum so longu tryggjað sær sigurin, og hóast tær so ruddiliga tóku sær av løttum móti dystarenda, so slapp StÍF ongan tíð at skapa nakran sum helst spenning.

 

Fakta um dystin

Stjørnan-StÍF 31-25 (15-6)

10 min: 4-2

20 min: 9-2

40 min: 19-12

50 min: 26-15

Málskjúttar

Stjørnan: Durita Christophersen 6(2), Una Olsen 6, Maria við Neyst 5, Joan Midjord Djordjevic 3, Dianne Møller 3, Durita Mikkelsen 2, Edith Hansen 2, Anna Kristina Samson 2, Simona Petersen 2

StÍF: Ninna K. Johansen 7, Rebekka Justinussen 5, Fríðrún Danielsen 4, Louisa Andreasen 3, Sunfríð Johansen 2, Annika L. Petersen 1, Bára Berthelsen 1, Mariann L. Petersen 1, Ásgerð Káradóttir 1

Brotskøst: Stjørnan 3

Útvísingar: Stjørnan 1, StÍF 2

Dómarar: Hans Thomassen & Birgir Sondum