Avgreiðslumál

Hálvfinalurnar gjørdust ein staðfesting av, at Stjørnan fekk lættasta vegin til finaluna

Coca-Cola kappingin

Hálvfinalan millum Stjørnuna og Kyndil hevði helst funnið vinnaran, longu tá lutur varð kastaður um, hvussu spælast skuldi í hálvfinalunum.
Í øllum førum mundi fáur ivast tað allar minsta í, at Klaksvíkin fór at fáa umboð í steypafinaluni, tá tað stóð greitt, at tær skuldu royna seg móti Kyndli.
Og uttan at tær nakran tíð spílaðu seg út, staðfesti Stjørnan eisini yvir tveir dystir, at er kundi bert blíva ein vinnari.
Fyrra dystin fyri viku síðani vann Stjørnan 30-20, og nú seinna hálvfinalan var á skránni, var talan aftur um sannførandi sigur.
Hesa ferð vóru 13 mál á muni, og tað var ongantíð nakar sum helst spenningur um úrslitið. Hvørki tað samlaða ella í seinnu hálvfinaluni.
Tað mundu tær hjá Kyndli heldur ikki rokna við, men kortini mundi tað vera harmiligt, at tær í seinna hálvleiki fingu Hildur Mikkelsen rikna av vøllinum, tá hon varð dømd fyri at taka í armin á mótstøðuleikara. Hetta merkir so, at Kyndil má vera hana fyriuttan, tá tær sunnudagin eiga heimavøll móti Neistanum. Kanska heldur ikki ein av teimum dystunum, har Kyndil skal rokna við stigi, men talan er um grannauppgerð, og tá vilja liðini altíð gera sítt allarbesta.

Dysturin í tølum
Stjørnan-Kyndil 32-19 (15-7)
Stjørnan víðari við samanlagt 62-39
Málskjúttar
Stjørnan: Alina Olaru 6(1), Maria við Neyst 5, Joan M. Djordjevic 4, Katarina Stepanov 4, Bára S. Klakstein 4, Anna Kristina Samson 2, Durita Ljósstein 2, Majbrit Sivertsen 1, Una Olsen 1(1), Annika Ljósstein 1, Súsanna Jakobsen 1
Kyndil: Randi Wardum 6, Annika Thomsen 5(1), Hildur Mikkelsen 4, Anja Heinadóttir 3, Fríða Petersen 2(1)
Brotskøst: Stjørnan 3, Kyndil 2
Útvísingar: Kyndil 2
Diskvalifikatión: Kyndil 1 (Beinleiðis reytt)
Dómarar úr H71: Jákup Símun Simonsen & Høgni M. Joensen.