Avgreiðslugjaldið verður strika

Landsstýrismaðurin við fíggjarmálum hevur gjørt av at strika avgreiðslugjaldið til barsilsskipanina, sum fekk øði í arbeiðsgevarar

 

Karsten Hansen, landsstýrismaður við fíggjarmálum, hevur nú gjørt av at strika avgreiðslugjald, sum hevur verið lagt á inngjøld til barsilsskipanina.

 

Harafturat hevur hann eisini longt gjaldsfreistina hjá arbeiðsgevarum, so teir framyvir hava 20 dagar at gjalda rokningina í.

 

Eisini verður eitt sokallað bagatellmark lagt inn í skipanina, so at gjald til skipanina verður ikki kravt inn, fyrr enn tað er komið upp á 50 krónur.

 

 

 

Skapti øsing

 

Tá fyrstu rokningarnar til barsilsskipanina vórðu sendar út herfyri, vóru tað arbeiðsgevarar, sum vórðu í øðini um, at teir skuldu gjalda so høgt avgreiðslugjald.

 

Onkur fekk rokning upp á eina krónu, men skuldi gjalda 100 krónur í avgreiðslugjaldi.

 

Fíggjarmálastýrið ásetti í eini kunngerð 5. juli í ár, at avgreiðslugjaldið skuldi verða 100 krónur, og hetta helt Fíggjarmálastýrið var hóskandi gjald.

 

Men nú hevur landsstýrismaðurin kolldømt hetta gjaldið, og arbeiðsgevarar sleppa framyvir undan hesum gjaldi. Harafturat fer Fíggjarmálastýrið at lata arbeiðsgevarum, sum hava goldið hetta avgreiðslugjald, pengarnar aftur.

 

 

 

Kunnu velja

 

Meðan løntakarar gjalda sín part av gjaldinum til barsilsskipanina samstundis, sum teir fáa sín løn goldna, sleppa arbeiðsgevarar at velja ímillum at gjalda beinanvegin og at fáa rokning, har gjaldsfreistin nú verður 20 dagar.

 

Fíggjarmálastýrið ætlar, at arbeiðsgevarar framyvir skulu fáa rokning fýra ferðir um árið, og næsta innkrevjingin verður í september/oktober.

 

Fíggjarmálastýrið fer nú at gera nýggja kunngerð, sum verður kunngjørd í næstum.