Atlantsflog hevur nú í eina tíð boðið ferðafólki ta sonevndu Netbooking, tænastuna.
Talan er um tænastu, har ferðafólkið um internetið sjálvt avgreiðir øll síni viðurskifti í samband við ferðina. Til ber at sita í egnari stovu nær tað skal vera á samdøgrinum og avgreiða ferðina út í heim.
Kent Christensen, sølustjóri hjá Atlantsflogi sigur, at henda tænasta ger, at Atlantsflog í grundini hevur avgreiðsluna opna 24 tímar um samdøgurðið, 365 dagar um árið. Tí umframt at keypa feðraseðilin ber til hjá fólki at fáa allar teir upplysingar um flogferðsluna hjá felagnum, sum annars er gjørligt at fáa um telefonina.
Tú kanst umvegis telduna fáa upplýsingar um, nær og hvar flogførini flúgva. Hvar flogfarið er statt júst nú, nær tað lendir, um tað er seinkað og alt hatta har. Eisink ber til at skráseta seg til EuroBonus og slíkar skipanir.
Tú kanst keypa ferðaseðilin og gjalda við korti beinanveg, og so velur tú, um tú vilt hava ferðseðilin sendan til hús, ella um tú vilt heinta hann á flogvøllinum, áðrenn farið verður.
Tá keypst verður frá einum umboðsmanni, er avgreiðslugjaldið sett til 220,- krónur. Men um keypt verður umvegis netbooking, kostar avgreiðslan 100,- krónur, sigur Kent Christensen.
Tú kanst velja at skráseta teg í skipanini. Tá minnist skipanin aftur tað, sum hent er frammanundan við hesum ávísa kundanum.
Netbookin verður nógv nýtt aðrastaðni. Kent Christensen sigur, at Atlantsflog kanska er komið nakað seint í gongd við hesi skipanini. Men hinvegin hevur felagið so fingið eina góða skipan, sum er løtt at arbeiða við. Eisini hjá teimum, sum ikki regluliga nýta slíkar skipanir.