Avgreið málið um musikkskúlan

- Man gongur sum ein rukka frá Heródes til Pilatus, uttan at fáa annað burtur úr enn uttanumtos, sigur Jógvan Arge, varaborgarstjóri og limur í bygginevndini fyri musikkskúlan, við greiðari tilsipan til Javnaðarflokkin

- Fær man ikki bygt musikkskúlan uttan at keypa hasi sethúsini, ið liggja uppat økinum, so er tað væl loysnin.
Jógvan Arge er bæði avgjørdur og irriteraður. Avgjørdur, tí hann vil hava málið um musikkskúlan avgreitt. Irriteraður, tí málið eftir hansara tykki rekst onkustaðni millum formannin í fíggjarnevndini og forkvinnuna í Mentamálanevndini í Tórshavnar Býráð.
Tey bæði eru sum kunnugt ávíkavist Heðin Mortensen og Helena Dam á Neystabø.
- Forkvinnan í mentamálanevndini hevur ikki hildið, at hennara nevnd skal viðgera keypsmálið. Hon vísti til borgarstjóran sum formann í fíggjarnevndini. Borgarstjórin hevur í sínum lagi ikki viljað sett málið á skrá í síni nevnd, sum hevur heimildirnar, men hevur víst til forkvinnuna í mentamálanevndini. Soleiðis hevur man í longri tíð gingið sum ein rukka frá Heródes til Pilatus til tess at koma víðari við musikkskúlamálinum uttan at fáa annað burtur úr enn uttanumtos um staðsetingar bæði heimaliga og uttarlaga, ovarlaga og niðarlaga í býnum, skrivar Jógvan Arge í lesarabrævi um musikkskúlamálið.
Jógvan Arge vísir á, at býráðið hevur givið grønt ljós til at fara í samráðingar við ein privatpersón um at keypa hansara sethús, fyri at kunna brúka økið í samband við musikkskúalan. Og hann hevur somuleiðis skilt, at tær samráðingar eru komnar á mál.
- Eg havi ferð eftir ferð roynt at fáa málið fyri, bæði í Mentamálanevndini og í Fíggjarnevndini, men higartil til fánýtis. Tað er neyðugt at avgreiða hetta keypið, áðrenn vit sleppa víðari, soleiðis at verkætlanin kann bjóðast út, sigur Jógvan Arge.
Hann heldur lítið um handfaringina, og leggur Javnaðarflokkin í býráðnum undir at hava aðrar ætlanir:
- Sum eg havi skilt, hava javnaðarfólk á Vaglinum fingist við aðrar dagsskráir fyri staðseting musikkskúlans, skrivar Jógvan Arge í lesarabrævi.
Býráðslimurin fyri Tjóðveldi sipar her til, at Heðin Mortensen í heyst nevndi møguleikan at brúka part av Kommunuskúlanum til musikkskúla.