Føroyska U20 liðið hevur í kvøld vunnið bólk A í IHF Trophy í Andorra. Føroyar vunnu 42-30 á Andorra.
- Dysturin var tættari enn úrslitið vísir, tí liðini fylgdust allan fyrra hálvleik. Hálvleiksstøðan var 17-16 til Føroyar. Ein lyklastøða var í seinna hálvleiki, har sera stinna málmaðurin hjá Andorra fekk reytt kort, tá hann kom út úr málinum og rendi saman við føroyskum spælara. Eftir hetta fingu vit betri tak á dystinum og runnu frá teimum. Vit høvdu ein breiðari hóp og leikararnir hjá Andorra tyktiskt troyttir, skrivar Hondbóltssambandið á heimasíðu sínari.
Málskjúttar hjá Føroyum:
Julian Olsen 8
Helgi Hoydal 8
Allan Norðberg 8
Áki Egilsnes 5
Eirikur Simonsen 4
Kjartan Johansen 4
Tróndur Arge 2
Rói Berg Hansen 2
Hilmar Leon Jakobsen 1
Sigurin í dag merkir, at Føroyar møta Moldova í hálvfinaluni, sum verður spæld í morgin kl. 17. Hin hálvfinalan stendur millum Georgia og Andorra.