Avgjørdu í seinastu løtu

Kvinnurnar úr Vestmanna vóru í mótburði í løtum av dystinum, men hóraðu undan og fingu tvey stig í botndystinum

Leiðslan hjá VÍF kom av álvara í vanda, tá kvinnurnar úr Vestmanna fingu fimm útvísingar seinastu løtuna.
Tað var tí alneyðugt, at Torgunn Johansen hevði neyðuga dirvi í seinasta minuttinum, tá hon tryggjaði VÍF bæði stigini.
Gestirnir úr VÍF vunnu 22-21 á StÍF.
Kvinnurnar av Strondum hava róð tungan sjógv í hesum kappingarárinum. Tær hava bara fingið eitt stig higartil. Leygardagin var nær við, men hinvegin øktist munurin bara upp til nærmasta kappingarneytan.
Heimaliðið legði væl frá landi og var á odda 5-0. VÍF kom skjótt aftur, men StÍF rann treyðugt aftaná. Annika Poulsen, VÍF, varð eisini útvíst í fyrra hálvleiki, tá hon steðgaði einum mótstøðuleikara, sum var á veg í skjótálop.
Tað vóru serliga Liljan Djurhuus, Torgunn Johansen og Elisa Ingebrigtsen, sum stóðu seg væl hjá VÍF. Tóra Seloy var ikki við vegna skaða.
VÍF hevur fingið seks stig í skjáttuna, og øll eru vunnin móti StÍF.