Hóast Neistin byrjaði dystin við trimum málum á rað, so var hetta ikki nóg mikið til at geva nakran skelk til Tjaldur.
Heldur var tað øvut, soleiðis at Tjaldur veruliga vaknaði, og restina av hálvleikinum runnu tær Neistan sundur og saman.
Eftir steðgin fór ferðin hjá Tjaldri nakað væl niður, og tað gav Neistanum møguleika at fylgja.
Tær kundu helst eisini havt minkað nógv um munin, um væl vildi til, men ein blanding av tekniskum mistøkum og góðum málmansspæli frá Guðrun í Lágabø forðaðu tó fyri spenningi av nøkrum slag.
Fyri Neistan skeyt Katrin á Neystabø 11 mál. Adina Petrea skeyt 9 mál fyri Tjaldur.
Neistin-Tjaldur 24-30 (9-18)