Avgjøld - føroyingar verða rubbaðir

Stóru føroysku fyritøkurnar krevja inn milliónir, hóast vit gera alt arbeiði sjálvi.

Tú verður noyddur at rinda avgjøld fyri at avgreiða tíni viðurskifti hjá fleiri stórum fyritøkum. 

 

Tað skrivar Vikuskiftis Sosialurin í stórum temaði í dagsins blað. Vit hava hugt eftir, hvat føroyingar skulu rinda í avgjøldum frá telefyritøkum, postverkinum, bankunum og flogfyritøkunum. 

 

- Vit taka gjald, fyri at halda prísin á pakkunum niðri, sigur Joel Undir Leitinum, stjóri í Posta. 

 

Og Johanna á Bergi sigur, at tey royna at minka avgjøldini. 

 

Sí yvirlit yvir avgjøld og viðmerkingar frá fleiri av stjórunum í hesum fyritøkunum, í stóra temanum í blaðnum, sum kemur á gøtuna í Havn í kvøld og kring landið í morgin.