Avgjøld á cruise-ferðavinnuna?

Tað var ikki hissini, sum vinnan var á nógvum tungum fyri løgtingsvalið. Vinnan skuldi hava betri umstøður, hetta vóru allir flokkar og politikarar á einum máli um. Tí kom tað óvart á okkum, tá ið Útvarpið mánakvøldið kl. 18:00 bar tey tíðindi, at samgongumaðurin Bill Justinussen skuldi hava greitt Sosialinum frá, at landsstýrið ætlar at leggja avgjald á ferðafólk, sum koma til Føroyar við ferðamannaskipum. Hetta stendur beinleiðis í andsøgn til vallyftini, og hetta fer heilt víst at hava tað við sær, at vit øll fara at standa sum taparar, tá skipini eitt fyri og annað eftir fara at leggja leiðina framvið Føroyum, - orsakað av hesum nýggja og rættiliga sjaldsama ferðavinnupolitikki.
Í mong ár hava kommunur og privatar fyritøkur í vinnuni roynt at bygt upp hesa vinnu. Rúm tíð og hópur av peningi er nýttur til marknaðarføring. Nú ætlar tað almenna at leggja nevskatt á hesa vinnu, sum teir ikki hava sýnt minsta áhugað áður, í hesum føri fyri at endurreisa eitt ferðaráð, sum teir sjálvir hava niðurraðfest og til endans gjørt endað á. Afturat hesum nevnir talsmaður samgongunnar í ferðavinnumálum, Bill Justinussen, at eitt ferðaavgjald á ferðafólk við cruise-skipunum, skal brúkast til at minka ferðaavgjaldið, ið verður álagt teimum, sum koma og fara um flogvøllin í Vágum. Hetta er so púrasta burturvið. At fara inn og áleggja gjøld á eina vinnu, fyri at lækka fyrr ásett gjøld í eini aðrari vinnu, í hesum førinum flogferðaavgjaldið, sum landið sjálvt hevur ásett, kann á ongan hátt góðtakast. Og, álvaratos, hvar er rationale og logikkurin í hesum politikkinum?
Sagt verður í greinini í Sosialinum, at tað er vanligt at ferðafólk umborð í ferðamannaskipum gjalda eitt serligt gjald, tá ið tey koma í land aðrastaðni. Í øðrum londum. Hetta eru beinleiðis ósannindi. ONGIN av grannum okkara, tíansheldur nakað skandinaviskt land, tekur ferðagjald ella innkasserar nevskatt frá cruiseskipunum. Flestu havnirnar taka eitt sokallað trygdargjald á 1-2 evrur pr. ferðafólk til tess at mótviga útreiðslurnar fyri trygdarkrøvini, - sum skipini sjálvi krevja, at havnirnar leggja orku til í hvørjum einstøkum føri.
Grønland er í eini serstøðu. Í Grønlandi taka teir kr. 550,- í ferðaavgjaldi fyri hvørt ferðafólkið, men vit mega ikki gloyma, at hetta samstundis er tað einasta gjaldið, sum verður álagt teimum yvirhøvur. Har er onki havnargjald nakrastaðni, støddin á havnunum loyvir hesum ikki, og skipini kunnu vitja so nógvar havnir tey vilja fyri hetta eina gjaldið. Grønlendingar hava álagt ferðafólkunum hetta gjaldið, tá ið teir stórt sæð ikki hava aðrar møguleikar, fyri at fáa pening burturúr ferðafólkunum. Havnirnar eru ikki eins góðar, sum í Skandinaviu, undirstøðukervi er lítið og onki og hetta hevur við sær, at inntøkurnar av útferðum eru rættiliga avmarkaðar.
Seinastu tíggju árini hava í meðal eini 45 cruiseskip vitjað í Føroyum. Umframt hesi skipini eru tað hartil eini 30-35 skip, sum sigla framvið okkum. Tað verður miðvíst arbeitt við at økja um talið av skipum. Um tað almenna nú fer at leggja fleiri gjøld á hesi skip, so er tað grangivið, at alt arbeiðið, sum frammanundan er bygt upp í vinnuni, verður oyðilagt.
Cruiseskipini leggja nógvan pening eftir sær í havnagjaldi, brúgvagjaldi, tænastuveiting, bussleigu og útferðum og ikki minst leggja hesi fólk væl eftir sær av peningi á teimum støðum og í teimum krambúðum tey vitja. Størstu skipini, sum koma higar, kunnu leggja upp ímóti einari millión krónum eftir sær, teir fáu tímarnar tey liggja við bryggju ella á vágunum í Føroyum.
Í fjør gjørdi Ferðavinnufelagið eina kanning av, hvat ferðavinnan gevur av sær. Tað verður mett, at cruisevinnan kastar áleið 17 milliónir krónur av sær til tað føroyska samfelagið, um árið, í verandi støðu.
Vit eiga at gera alt fyri at vaksa um hesa vinnuna, og fyri at fáa sum mest burturúr henni. Ein brádliga íkomin skattur, íkomin av troti aðrastaðni, kemur ikki vinnuni til góðar, hinvegin steðgar hann bara tí positivu gongd, sum vinnan við egnum átøkum hevur haft hesi seinastu árini. Tað er ógvuliga umráðandi, at mynduleikin fær at vita, hvussu ómetaliga viðbrekin hendan vinnan er mótvegis sveiggjum í prísásetingum. Talan er ofta um heilt fáar krónur fyri hvønn ferðandi, sum endaliga gera av, um skipini velja at koma higar ella ikki.
Ætla føroysku mynduleikarnir at leggja avgjøld á cruiseskipini; ja, so steðga vit allari menning av vinnuni, og heilt víst verða tað fleiri teirra, kanska tey flestu, ið velja at sigla beint framvið okkum - til havnir hjá grannum okkara, ið ikki hava verið so lítið at sær komnir, at teir hava lagt órógvandi skatt á hesi skip og tey fólk, sum manna tey og ferðast við teimum.
Verður hetta ferðaavgjaldið til veruleika, so kunnu vit skjótt siga allari cruisevinnu farvæl í hesum landinum, ið kanska hevur størri tørv á alternativari vinnu enn flestu onnur lond. Vónandi tekur Føroya landsstýrið hetta ávarp til eftirtektar og steðgar hesi roynd at gera endað á eini vinnu, sum nógv kommunal og privat menningarorka er farin í, og sum hartil er vaksandi, undir verandi umstøðum, hetta hóast landsmyndugleikarnir á ongan hátt hava verið partur av henni, hvørki tann positiva tíansheldur tann negativa vegin. Frægast er, at politiska skipanin gevur hesi vinnu sama friðin sum frammanundan, tvs., at hon als onki ger við málið yvirhøvur, og letur omanfyrinevndu geirar – tann kommunala og privata - framhaldandi taka sær av málinum, soleiðis sum lagið hevur verið higartil. Bara soleiðis fæst vinnan at gagna øllum, eisini teimum almennu Føroyum.
 ----------
Vinaliga
Tórshavnar Havn
Klaksvíkar Havn
Runavíkar Havn
Tor Shipping
MB – Tours
Greengate
Hoyvíking Tours