Olaf Johannessen er innstillaður til týska sjónleikaraheiðurin Der Faust.
Og avgerðin nærkast um, hvør fær Der Faust. Í ovurmorgin, tann 16. november, verður kunngjørt, hvør fær heiðurslønirnar, sum verða lætnar innan fleiri listagreinar.
Føroyski sjónleikarin Olaf Johannessen, sum hevur klárað seg væl í Danmarkí mong ár, og sum herfyri fekk luft undir veingirnar av álvara í sjónvarpsrøðini Brotsgerðin, er innstillaður til Der Faust, ið er stór týsk heiðursløn innan leiklist.
Olaf Johannessen hevur síðstu árini verið virkin á palli í Týsklandi.
Olaf er í uppskoti í greinini Darstellerin/darsteller Schauspiel, eftir at hava leikt Peer Gynt í leikhúsinum Dusseldorfer Schauspielhaus.
Olaf er sonur Eyðun Johannessen, leikstjóra, og eisni systir Olaf, Annika Johannessen, hevur havt góða yrkisleið sum sjóinleikari í Danmark.