Tað er nú greitt, at Kaj Leo Holm Johannesen, løgmaður, og Kári P. Højgaard, fyrrverandi landsstýrismaður í innlendismálum, fáa eitt nefs fyri leiklutin í Eysturoyartunnilin.
Nú skal uppskot leggjast fyri Løgtingið um, hvussu hesar báðar átalurnar skulu orðast, Men løgtingsformaðurin sigur, at stendur tað til hann, hendir einki fyrrenn á ólavsøku, tí hann ætlar sær ikki at kalla løgtingið saman fyri ólavsøku.
Hin møguleikin er, at 14 løgtingslimir biðja um at fáa Løgtingið kallað saman, og so verður tað gjørt.
Jógvan á Lakjuni, løgtingsformaður, verður gestur í tíðindunum á Rás2 klokkan 12, har hann fer at greiða frá málinum.










