Avgerðin tikin: H71 fer ikki til Ukraina

– Vit hava boðað frá, at vit fara ikki at gera ímóti tilráðingun frá myndugleikum okkara og koma ikki til Ukraina nú.

Tað sigur Anna Dam, forkvinna í H71.

 

Kvinnurnar hjá H71 er í Warsawa í Póllandi, har tær skuldu flúgva víðari til Ukraina klokkan 11:30 í morgun.

 

Men tær fara ongan veg. Kvinnurnar hjá H71 er komnar víðari í fjórðingsfinaluna í EHF Europa Cup-kappingini, sum fyrsta føroyska lið nakrantíð. Og fyrri fjórðingsfinaludysturin skal spælast ímóti HC Galychanka Lviv í morgin. Tað hevur verið ivasamt, um tað fór at bera til at spæla dystin, tí vandi er fyri kríggi. Russland hevur stór herlið sínu megin markið, og tí er vandi stórur fyri kríggi.

 

Anna Dam sigur, at EHF ynskir, at feløgini saman finna eina loysn fyri, hvussu dysturin nú kann spælast, men tann loysnin er so ikki funnin enn.