Tveir dystir eru á skránni í bestu kvinnu-deildini. Tá hesir eru spældir, er bara tann eini dysturin eftir hjá øllum liðunum.
Tað er longu greitt, at tað verða Kyndil og VÍF, sum spæla finalurnar, men tað er ikki greitt, hvør teirra vinnu oddasessin og harvið rættin til heimavøll í eini møguligari triðu finalu.
Skal VÍF halda fast í sínum møguleika til hetta, so er neyðugt, at tær vinna, tá tær í dag vitja í Vági. Hinvegin skal VB vinna, um tær skulu hava nakran møguleika at røkku Neistanum og bronsuni.
Neistin spælir eisini í dag. Tær eru á útivølli móti Stjørnuni, sum við sigri í miðvikuni fyri fyrstu ferð síðani fyrsta umfarið fóru av vøllinum sum vinnarar. Einki er at ivast í, at Neista-kvinnur eru favorittar, og við einum sigri kunnu tær vissa sær bronsuna. Hinvegin endaði tað við javnleiki, tá Neistin seinast vitjaði í Klaksvík, so tær bláu eiga helst ikki at taka stigini sum nakra sjálvfylgju.
Bæði í Vági og í Klaksvík verður fyrsta bríkslið klokkan 14.30.