Avgerðin í málinum um WikiLeaks-stovnaran fellir í morgin

Julian Assange, sum stovnaði WikiLeaks, fær í morgin at vita, um hann skal royna seg við enn einum kærumáli

 

Advokatar hjá Julian Assanges siga, at hann kann verða dømur upp á ein grovt órættvísan máta, um hann verður útflýggjaður til USA. (Arkivfoto). - Foto: Leonhard Foeger/Reuters

Bretski hægstirættur í London fer í morgin at siga dóm um, hvørt WikiLeaks-stovnarin Julian Assange, kann fáa avgerðina útlevering til USA viðgjørda av nýggjum.

Tað skrivar tíðindastovan Reuters í dag.

Amerikanskir ákærar royna at fáa Assange útleveraðan, sum í USA er skuldsettur í 18 ákærupunktum fyri at hava almannakunngjørt hundraðtúsundtals loynilig skjøl á WikiLeaks í 2010.

Fyrri dagurin í rættarmálum var 20. februar. 52 ára gamli Assange var ikki sjálvur til staðar í rættinum, tí hann var illa til passar.

Men advokatar hjá avstralska journalistinum hildu seg hava prógv fyri, at amerikanska fregnartænastan, CIA, í forsetaskeiðnum hjá Donaldi Trump, hevði ætlanir um at burturflyta ella sníkimyrða Assange, meðan hann var á sendistovuni hjá Ekvador í London.

Har krógvaði Assange seg í sjey ár, til hann var tikin av bretsku løgregluni í 2019.

Trý ár seinni gav táverandi bretski innanríkisráðharrin, Priti Patel, grønt ljós til at útflýggja hann til USA.

Tað er ta avgerðina, Assange nú royna at fáa endurskoðaða.

Heilsustøðan hjá WikiLeaks-stovnaranum hevur leingi verið í fokus.

Kona hansara, Stella Assange, segði undan rættarmálinum, at maður hennara doyr, um hann verður útflýggjaður.

Samstundis segði advokaturin Ed Fitzgerald fyrra rættardagin, at vit kunnu ikki líta á trygdina hjá amerikanarum um at viðgera Assange rímuliga.

Advokaturin sigur, at Assange kann verða dømdur upp á ein grovt órættvísan máta, um hann verður útflýggjaður.

Tapir Assange málið í bretska hægstarætti, hevur hann brúkt kærumøguleikarnar í Bretlandi og kann útflýggjast innan fáar vikur.

Dómurin verður sagdur í morgin klokkan 10:30 okkara tíð.

/ritzau/

 

Advokatar hjá Julian Assanges siga, at hann kann verða dømur upp á ein grovt órættvísan máta, um hann verður útflýggjaður til USA. (Arkivfoto). - Foto: Leonhard Foeger/Reuters