Avgerandi vitni: So einføld er verðin ikki

Sama dag, sum løgreglan kunngjørdi, at Anne-Elisabeth Hagen var horvin, settu trý vitni seg í samband við løgregluna. Tey komu við eygnarívandi upplýsingum, sum gjørdust høvuðsmálið í skuldsetingini móti miljarderinum, Tom Hagen.

 

 

 

Tá norska ríkmanskonan hvarv úr heimi sínum hin 31. oktober í 2018, gingu 10 vikur, áðrenn norska løgreglan alment boðaði frá, at Anne-Elisabeth Hagen var horvin. Tískil kannaði løgreglan málið í loyndum allar hesar vikurnar, meðan almenningurin visti av ongum. Tað var ikki fyrr enn hin 9. januar í 2019, at løgreglan kallaði inn til tíðindafund, og almenningurin fekk at vita, at ríkmanskonan var burtur úr heimi sínum.

 

- Vit hava í fleiri vikur kannað eitt mál, har ein kvinna hevur verið saknað í Lørenskog, segði løgregluleiðarin í málinum, Tommy Brøske. Hetta var fyrstu ferð, at fleiri av vinunum hjá Anne-Elisabeth Hagen og manni hennara, miljarderinum, Tom Hagen, fingu kunnleika um málið og tað, sum sagt varð, fekk beinanvegin nakrar av vinunum hjá hjúnunum at venda sær til løgregluna.

 

Í morgin, hin 11. mai, kemur nýggj bók út í Noregi um Hagen-málið, sum sjónvarpsjournalistarnir, Magnus Braaten og Kenneth Fossheim, skriva, og her kemur sambært tv2.no fram, at fleiri avgerandi vitni vendu sær til løgregluna beint eftir tíðindafundin, tá løgreglan greiddi frá, at Anne-Elisabeth Hagen var horvin - tíggju vikur frammanundan. Vitnini fortaldu eygnarívandi ting, sum løgreglan seinni hevur brúkt í grundgeving síni fyri skuldsetingini móti manni hennara, Tom Hagen, ið telist millum ríkastu menn í Noregi.

 

Henda dagin, sum Anne-Elisabeth Hagen hvarv, kom Tom Hagen heim úr arbeiði umleið klokkan 13.30, tí konan svaraði ikki telefonini, tó at hann hevði ringt til hennara fleiri ferðir um morgunin. Á einum reyðum stóli í durinum fann miljarderurin eitt hóttanarbræv, har tað stóð, at skuldi hann síggja konu sína aftur á lívi, skuldi hann gjalda níggju miljónir evrur í kryptovaluta'ini, monero. Norska løgreglan kannaði tískil málið, sum eitt mál um rán av einum menniskja við fíggjarligum endamáli.

 

- Okkara høvuðshypotesa er, at konan er rænd úr heimi sínum móti sínum vilja av ókendum brotsmonnum, segði Tommy Brøske á tíðindafundinum hin 9. januar í 2019. Men, hóast fyrsta høvuðshypotesan hjá løgregluni var, at konan var rænd, hildu fleiri av vinur hennara, at tað ikki var hetta, sum var hent henni feigdarmorgunin hin 31. oktober í 2018. Í nýggju bókini, sum nú kemur út, skilst, at ein av vinkonum hennara ringdi til løgregluna stutt eftir umrødda tíðindafund. 

 

Henda vinkona kendi Anne-Elisabeth Hagen gjøgnum ein felagsskap, sum tær báðar vóru við í. Eftir tíðindafundin høvdu tríggjar kvinnur í felagsskapinum snakkað saman, og tær vóru samdar um at seta seg í samband við løgregluna. Hesar tríggjar kvinnurnar vóru seinastu ferð saman við ríkmanskonuni nakrar vikur, áðrenn hon hvarv. Í nýggju bókini verður sagt, at hesar tríggjar lýstu Anne-Elisabeth Hagen sum "knústa" og "kedda", tá tær vóru saman.

 

Sum skilst, hevði Anne-Elisabeth Hagen sagt við fleiri av vinkonum sínum, at hon hevði tað trupult í hjúnalagnum, og at hesir trupulleikar høvdu sín uppruna nógv ár frammanundan. Ein kvinna, sum vitnaði hjá løgregluni, hevði fortalt, at hon ongantíð áður hevði sæð Anne-Elisabeth á slíkan hátt. Í bókini stendur sambært tv2.no, at Anne-Elisabeth tóktist særd, men at hon eisini var avgjørd. Tað tóktist, sum um hon hevði fingið nóg mikið og var til reiðar til hjúnaskilna.

 

Tær tríggjar vinkonurnar vóru ikki serliga sannførdar, tá tær hoyrdu, at Anne-Elisabeth Hagen var rænd av ókendum brotsmonnum. - So tilvildarlig er verðin ikki, segði tann eina kvinnan sambært bókini um Hagen-málið.

 

Í nýggju bókini stendur, at vinkonurnar - eftir tað, tær høvdu hoyrt Anne-Elisabeth Hagen fortelja - hildu tað vera størri sannlíkindi fyri, at hjúnafelagin hevði beint fyri henni. Tískil gjørdu tær tríggjar av at seta seg í samband við løgregluna og fortelja tað, tær vistu. Løgreglan avhoyrdi kvinnurnar, og teirra vitnisfrágreiðingar hava seinni verið týðandi partur av próvgrundarlagnum fyri skuldsetingini móti miljarderinum, Tom Hagen, stendur at lesa í nýggju bókini.

 

Tað, sum vinkonurnar fortaldu, er eisini sett upp ímóti tí, sum løgreglan hevur funnið á einari teldu í heiminum hjá Hagen-hjúnunum. Løgreglan heldur, at hetta er teldan hjá Anne-Elisabeth Hagen, og her síggjast sambært bókini spor sum vísa, at onkur heilt aftur í 2012 hevur fingist við dokumentir um skilnað og seperatión. Í bókini stendur eisini, at onkur, sum hevur brúkt telduna í februar í 2017, hevur googlað eftir, hvussu søkt verður um hjúnaskilnað.

 

Eftir at hava kannað málið í næstan átta mánaðir, broytti løgreglan nú høvuðshypotesu og segði, at tey nú síggja tað ógvuliga lítið hugsandi, at Anne-Elisabeth Hagen er á lívi. - Vit hava eingi vís tekin um, at hon er deyð, men vit halda tað vera mest hugsandi, segði Tommy Brøske á tíðindafundi hin 26. juni í 2019. Eitt knapt ár seinni tók málið eina heilt nýggja vend, tí í apríl í 2020 varð hjúnafelagin, Tom Hagen, handtikin av løgregluni og skuldsettur fyri dráp - ella viðvirkan til dráp. Løgreglan heldur, at miljarderurin hevur skipað so fyri, at hetta skuldi síggja út sum eitt rán av einum menniskja við fíggjarligum endamáli.

 

Tom Hagen hevur alla tíðina sítt fyri, at hann hevur nakran sum helst leiklut í, at kona hansara er horvin. Miljarderurin býr framvegin í húsunum hjá hjúnunum í Lørenskog, tí higartil hevur tað ikki eydnast løgregluni at sannføra rættin um, at miljarderurin er sekur og skal varðhaldsfongslast. Verjin hjá Tom Hagen, Svein Holden, sigur, at málið stendur at kalla í sama stað, sum tað stóð fyri einum ári síðan. - Tað er ikki rímilig orsøk til at skuldseta Tom Hagen fyri dráp ella viðvirkan til dráp, og tað er tað eftir mínum tykki heldur ikki í dag, sigur Svein Holden við tv2.no.