Áhugin var stórur, tá Peter Loft, fyrrverandi aðalstjóri í skattamálaráðnum, var til avhoyringar i dag hjá teirri serligu nevndini, sum viðger skattamálið hjá Helle Thorning-Schmidt og manni hennara, Stephen Kinnock.
Fyrrverandi aðalstjórin hevur leingi verið umrøddur sum ein av høvuðspersónunum í málinum, og hann hevði eisini ymiskt áhugavert at bera fram í dag.
Eitt nú segði hann, at hann hevði kunnað táverandi skattamálaráðharran Troels Lund Poulsen undir øllum málinum. Hetta er í andsøgn við tað, sum Lund Poulsen hevur sagt, tí hann hevur greitt frá, at hann bleiv ikki kunnaður alla tíðina.
Troels Lund Poulsen hevur eisini sagt, at hann bleiv ikki kunnaður um úrslitið av skattamálinum hjá Thorning-Smidth og Kinnock, fyrr enn hann fekk eina eftirfrágreiðing. Men soleiðis mintist Peter Loft ikki gongdina.
Undir avhoyringunum segði Peter Loft eisini, at hann hevði kunnað formannin í tingbólkinum hjá Vinstra, Kristian Jensen, um viðgerðina av skattamálinum hjá sosialdemokratiska formanninum. Tað hevði hann gjørt við teldupostum, meðan málið var til viðgerðar. Tað vil Kristian Jensen ikki gera viðmerkingar til í dag.
Tann serliga nevndin skal greina, um skattamálaráðharrin og onnur í táverandi stjórnarflokkinum løgdu seg útí, hvussu skattaviðurskiftini hjá táverandi andstøðuleiðaranum og manni hennara blivu handfarin.
Myndin er av Peter Loft. Mynd: Politiken