Annar HM-dysturin í dag var seinni dysturin í bólki B, har Marokko og Iran hittust. Fyrr í dag spældu Egyptaland og Uruguay fyrra dystin í bólkinum, og tann dysturin endaði við 1-0-sigri til Uruguay.
Tað var ein lívligur fyrri hálvleikur ímillum Marokko og Iran, har liðini høvdu hvønn sín stóra málmøguleika, men hvørki Medhi Benatia hjá Marokko ella Sardar Azmoun hjá Iran fingu bóltin í málið.
Marokko var omaná í spælbýtinum, men teir spældu seg tó ikki til nakrar upplagdar málmøguleikar. Hakin Ziyech hevði eina naska skotroynd útifrá, men hon varð bjargað. Iran lúrdi eftir umstillingum, men tað bleiv sjáldan vandamikið.
Tað líktist leingi einum javnleiki, men í 94. minutti fall avgerðin. Iran tiltuskaði sær eitt fríspark langt frammi á vøllinum, og tað endaði við, at Aziz Bouhaddouz hjá Marokko var óheppin at beina iranska innleggið í egið mál.
Tað endaði tískil við 1-0-sigri til Iran, sum harvið fær ógvuliga týðandi stig, meðan vónirnar hjá Marokko longu munnu vera minkaðar burtur í nærum einki. Komandi mótstøðuliðini hjá teimum eru nevniliga Spania og Portugal.
Seinni dysturin í bólki B verður í kvøld kl.19.00. Tað er stórdysturin ímillum Spania og Portugal.
Marokko – Iran 0-1 (0-0)
0-1: Aziz Bouhaddouz, 90.