Sunnudagin verður spældur ein av mest avgerandi dystunum í Eik-liguni hjá kvinnum hetta kappingarárið. Tað er dysturin í Sørvági millum SÍ og Fleyr, sum bæði – í harðari kapping við oddaliðið, Mjølnir – liggja framvið at sleppa í FM-finaluna.
Serliga heimaliðið er undir trýsti undan dystinum, tí vinnur Fleyr, fer Fleyr fýra stig fram um SÍ, samstundis sum ein Mjølnir-útisigur á TB merkir, at Mjølnir verður fimm stig framman fyri SÍ.
Fleyr tolir hinvegin eitt tap, tí liðið verður framvegis framman fyri SÍ, tó at stigatalið hjá liðunum báðum tá verður tað sama. Tískil verður hetta ein av teimum dystunum, har liðini bókstaviliga vilja gera alt fyri at vinna.
Tvær ferðir Mjølnir
Hjá monnunum skal Mjølnir tvær ferðir í eldin, fyrru ferð í kvøld suðuri í Trongisvági ímóti TB. Hóast TB hevur vunnið tvey sett ímóti Mjølni í vetur, eru klaksvíkingarnir stórfavorittar.
Ikki minni týdning fær hinvegin dysturin sunnudagin, tá Mjølnir tekur ímóti Fleyr. Hóast Fleyr sær út til at vera fokið í oddastríðnum, kunnu havnarmenn framvegis bíta frá sær og gera kappingina um annaðplássið spennandi.
SÍ, sum er hitt liðið, ið eins og Mjølnir møguleika at møta ÍF í FM-finaluni, skal á útivølli spæla ímóti júst ÍF, og tað má tí metast sum ein serstakliga torførur dystur hjá sørvingum. Vinna teir hann, mugu teir tó framvegis roknast sum eitt sera gott finaluboð.










