Avgerandi hendingar

Tað var serliga aftaná tvær hendingar í dystinum, at NSÍ hevði trupult við at reisa seg.
Runavíkingar vóru á odda, tá Jens Joensen framdi eitt púra óneyðugt brotsspark í fyrra hálvleiki. Bólturin tók í hondina, tá hann – púra ótrýstur – skuldi sparka leðurkúlina burtur.
HB javnaði, og minuttin seinni legði heimaliðið seg á odda. 2-1.
So fekk NSÍ brotsspark. Lars Muller, dómari, var helst ov skjótur at blása í floytuna, tí sekundið aftaná, at ein HB-verjuleikari tók hondina til hjálpar í brotsteiginum, fingu gestirnir bóltin í málið. Málið var ikki viðurkent, men fingu heldur brotsspark.
Christian Høgni Jacobsen misnýtti brotssparkið, tí hann sendi framvið málinum.
Minuttin seinni økti Fróði Benjaminsen til 3-1.
Tað vóru tvær hendingar, sum vóru ov stórur biti hjá runavíkingunum.
- Eg veit ikki, hvat hendir. Alt er ímóti okkum ta løtuna. Fyrsta brotssparkið setir teir ígongd. Um vit høvdu verið á odda í hálvleikinum, so hevði dysturin verið ein annar, sigur Jonhard Frederiksberg.
- Vit koma nógv betur frá fyrra hálvleiki. Tað hevur týdning fyri okkum, at vit javna við fyrsta brotssparkinum, men tað er uppiborið, at vit eru á odda við tveimum í hálvleikinum, sigur Fróði Benjaminsen.