- Á stóra tíðarhvarvinum er henda løtan bert sum sandkorn í Mølheyggjunum. Men, fyri okkum, sum her hava fest røtur, er løtan æviga avgerandi fyri framtíðar lív og lagnu okkara. Við Sandoyartunlinum fáa vit vónina, viljan og vinnumøguleikan aftur í oynna. Harvið fáa vit tað áræði, sum fyri 100 árum síðan legði lunnar undir fyrsta veruliga millumbygdaveg í Føroyum, Skopunarvegin.
Tað segði Páll á Reynatúgvu, tingmaður og løgtingsformaður í røðu síni í Traðardali í dag. Tað var eisini litið honum upp í hendur at skjóta fyrsta skotið í tí arbeiði, sum nú byrjar við at gera klárt til Sandoyartunnilin.
- Sjáldan duga vit nútíðarmenniskju at sleppa øllum bindandi leinkjum og treytaleyst gleðast um løtuna. Men, finst ein løta, har vit sleppa allari stúran og bara siga yes, yes, yes, so er hetta løtan at gera júst tað - at lata seg taka av fótum, droyma, vóna og frøast.
Páll á Reynatúgvu vísti á, at við Sandoyartunlinum gerast Føroyar størri og stinnari, og í suðurøkinum í Føroyum birtist vón um eina framtíð við gróðri og góðum búsetingar-og vinnumøguleikum. Tí vegasamband - at gerast fullførur partur av sameindu Føroyum - er ein avgerandi fyritreyt fyri lívi og framburði í økinum.
- Vit politikarar í Sandoynni, bæði í landspolitikki og í kommunalpolitikki, eiga okkara lut í, at Sandoyartunnilin nú verður veruleiki. Men, størstan lutin eigur fólkið, sum her býr, sum saman við okkum hevur sannført restina av politisku skipanini um at leggja politiska tyngd í, so ætlanin gerst veruleiki.
Løgtingsmaðurin og løgtingsformaðurin segði, at politiska skipanin eigur ómetaliga stórt rós fyri at samtykkja lógina um Eystroyar-og Sandoyartunnilin - og fyri ótroyttiliga at standa fast við einmæltu samtyktina.
- Eg eri tykkum æviga takksamur, tí einsamøll í Sandoynni gera vit einki í slíkum kravmiklum leiki, segði Páll á Reynatúgvu m.a. í røðu síni, áðrenn hann læt hetta fyrsta skotið av í Traðardali í dag.
Niðanfyri eru nakrar myndir frá hátíðarhaldinum í dag