Spenningurin er stórur undan fundinum í dag og í morgin millum ríkis- og stjórnarleiðararnar í ES-londunum, sum fyri sættu ferð í ár skulu royna at loysa skuldarkreppuna í evruøkinum.
Týskland og Frakland hava mælt til at broyta ES-sáttmálan við tættari samband millum londini, sum hava evruna sum gjaldoyra og betri eftirliti við teirra fíggjarpolitikki. Tey hava eisini sagt, at tey vilja fegin hava tættari samstarv millum øll 27 ES-londini, men at tey 10, sum ikki hava evruna, kunnu eisini velja at standa uttanfyri.
Bretland er ikki í evrusamstarvinum, og David Cameron, forsætisráðharri, segði í parlamentinum fyrr í vikuni, at tess meiri evrulondini krevja, tess meiri vilja bretar hava afturfyri.