Avgerandi dysturin

Nú klokkan 17 byrjar dysturin hjá flogbóltskvinnunum í EM-undankappingini niðri í Luxembourg, sum er ímóti San Marino. Hetta kann koma at vísa seg at vera sum ein finala í bólkinum, tí bæði liðini vunnu sín fyrsta dyst í gjár.

 

Føroysku kvinnurnar vunnu 3-0 á Luxembourg við settunum 28-26, 25-21 og 25-19, og San Marino vann í sínum lagi 3-1 á Íslandi við settunum 21-25, 25-23, 25-21 og 25-19, so vinnarin leggur seg í øllum førum á odda.

 

Undan kappingini var Luxembourg mett at vera sterkasta liðið, men eftir ósigurin fyri Føroyum í gjár má tann metingin helst endurskoðast, og so fæst annars í dagsins dystum ein ábending um styrkina í bólkinum.

 

Dysturin millum Føroyar og San Marino verður varpaður út í Kringvarpinum, og í kvøld klokkan 19.30, føroyska tíð, spæla so hini bæði liðini í bólkinum, sum eru Luxembourg og San Marino.

 

Vit frætta annars úr Luxembourg, at føroysku kvinnurnar eru við gott mót, og at liðið í morgun serliga hevur vant verjustøður, ið skulu steðga miðáleyparunum hjá San Marino, so allar fyrireikingar skuldu verið upp á pláss.