Higar til hevur VB vunnið allar sínar heimadystir, og hetta er eisini neyðugt hesaferð, skulu tær gera sær vónir um at røkka finalusessinum.
Neistin er í løtuni fimm stig framman fyri VB, men tær bláu hava tó spælt tveir dystir fleiri. Vinnur VB dystin, er kappingin millum tey bæði liðini aftur víðopin, meðan Neistin hinvegin kann slóða sær finaluvegin, sleppa tær úr Vági við stigunum.