Um strandingar ætla at gera sær nakrar sum helst vónir um at verða við í oddastríðnum, er neyðugt at teir vinna heimadystin móti Kyndil í kvøld. Strandingar eru nummar fðra í landskappingini, og fimm stig eru upp til Kyndil á fremsta plássinum.
Kyndil gott tak á StÍF
Hetta er fjórðu ferð í ár, at liðini hittast í landskappingini. Allir hinir tríggir dystirnir eru endaðir við sigri til havnarmenn, men sjáldan hevur nakar serligur munur verið millum liðini. Í dystinum í Havn miðskeiðis í oktober mánaða vann Kyndil við tveimum málum, 26-24, og ein góðan mánað seinni vann havnarliðið við bert tí eina málinum inni á Skála, 29-28, í einum sannum gysara.
Kyndil, ið ikki hevur spælt serliga sannførandi í seinastuni, hevur allar mans tøkar til tðdningarmikla dystin í kvøld. Strikuspælarin og bindiliðið í verjuni, Janus Einar Sørensen, vandi mánakvøldið við aftur fyri fullari megi, eftir at hann hevur verið uttan fyri við skaða í nakrar dystir. Eisini teir báðir, Jacob Jónsson og Finnur Hansson, ið hava verið nógv darvaðir av skaða í seinastuni, verða við, so Kyndil kemur inn á Skála við sterkastu manning.
Strandingar hava enn ikki slept vónini um at endurvinna føroyameistaraheitið. Liðskiparin hjá StÍF, Jón Rasmussen, sigur, at enn eru 10 stig eftir at spæla um, og fimm stig eru upp til oddasessin, so alt kann henda. Hinvegin ásannar hann, at tapur StÍF í kvøld er FM-heitið mist. Jón sigur eisini, at StÍF leingi hevur havt tað trupult við Kyndli, og teir hava ikki vunnið á teimum grønu síðani í grundspælinum seinasta kappingarár, men nú skal vend koma í. Strandingar hava alt sítt fólk tøkt til dystin í kvøld við undantaki av málverjanum Marian, sum neyvan spælir aftur í hesum kappingarárinum. Ungi og evnaríki Sveinur Justinussen, ið hevur verið skaddur í ein mánað, var aftur á liðnum sunnudagin, tá ið StÍF á heimavølli tapti ímóti Neistanum, og hann verður eisini við aftur í kvøld.
Dystirnir millum StÍF og Kyndil eru vanliga rættuliga undirhaldandi dystir, og flestu hondbóltskønu føroyingar halda, at hetta eru tvey lið, ið standa ógvuliga væl til hvønn anna. Bæði liðini spæla skjótan hondbólt við nógvum skjótálopum, so teir mongu áskoðararnir, ið kunnu væntast til dystin í høllini á Skála í kvøld, fáa allarhelst ein undirhaldandi dyst.