Avgerandi dystur í Hoyvík

VÍf tykist hava kós móti FM finalunum, meðan avbjóðarnir úr H71 og Kyndli møtast í dag

Fýra dystir eru í bestu deildunum í hondbólti í dag. Hjá monnum er lagt upp til spennandi dyst í Hoyvík, har nummar tvey og trý í landskappingini møtast. Hjá kvinnunum skal VB finna útav, um tær ætla at bjóða av um FM plássini.

 

Stórdystur í Hoyvík

 

Í bestu deildini hjá monnum eru nýkosnu steypavinnararnir úr Vestmanna ávegis FM finaluni. VÍF liggja á odda við 24 stigum, meðan Kyndil og H71 elta oddaliðið við avikavist 21 stigum og 17 stigum. Her hevur H71 spælt ein dyst færri.

 

Tí er tað við stórum spenningi, at júst H71 og Kyndil bresta saman í høllini í Hoyvík. Helst er trýsið nakað størri á H71, sum við einum tapi er seks stig aftanfyri kyndilsmenn. Vinnur H71 hinvegin, so skulu teir bara vinna írestandi dystin fyri at koma upp á javnt. Bæði feløgini gjørdist júst ov stutt til steypafinaluna, so tað hevur stóran týdning fyri tey at koma í eina FM finalu.

 

Í hinum dystinum í bestu mansdeildini spæla StÍF og Team Klaksvík. Liðini liggja í botinum, og tí er talan í absolutta botnuppgerðina í føroyskum hondbólti í hesum kappingarárinum. Seinast liðini møttust gekk tað hart fyri seg, og var tað helst tann dysturin hetta kappingarárið við flest útvísingum.

 

Hondbóltur menn:

Sunnudagin kl. 16.00 StÍF – TK

Sunnudagin kl. 16.00 H71 – Kyndil

 

VB skal vinna

 

Í VB leguni høvdu tey torført við at finna íblástur til at herja á í landskappingini, eftir at tær blivu ov stuttar í hálvfinaluni í steypakappingini í umstrídda dystinum móti Kyndli. VB liggur á fjórða plássi og nakað er upp til annað pláss, sum gevur atgongd til FM finalurnar.

 

Skal VB gera sær nakrar tankar um at bjóða av, so mugu tær vinna á Skála í dag. Í hinum dystinum er Kyndil stórfavorittur í Klaksvík móti Stjørnuni.

 

Hondbóltur kvinnur:

Sunnudagin kl. 14.30 StÍF – VB

Sunnudagin kl. 15.00 Stjørnan – Kyndil