Avgerandi dystur hjá Heina í dag

Dysturin seinnapartin í dag hjá Heina og teimum í Ajax Keypmannahavn verður vístur beinleiðis í TV2 Sport. Teir skulu vinna fyri at varðveita plássið í bestu deildini

Seinnapartin í dag, klokkan 17.10, ber til at síggja Heina Hanusarson og Ajax Keypmannahavn live á donsku rásini TV2 Sport, tá liðið í einum sera avgerandi dysti hevur heimavøll í Bavnehøj-høllini ímóti Nordsjælland Håndbold.

Nú komið er til 24. umfar í CBB Mobil-liguni, stendur serliga nógv upp á spæl hjá Heina og teimum, tí kravið undan dystinum er ein sigur, um Ajax Keypmannahavn skal varðveita møguleikan at verða verandi í bestu donsku hondbóltsdeildini hjá monnum.

Síðstu vikuna hevur Heini ikki fingið vant saman við donsku liðfeløgunum, tí hann hevur verið við føroyska manslandsliðnum til báðar dystirnar í HM-undankappingini ímóti Sveis. Tí er óvist, um hann verður við frá byrjan í dystinum seinnapartin.

Men í báðum dystunum ímóti Sveis fekk hann í øllum førum víst, at knotur eru í honum, og eftir útidystin í Appenzell leygarkvøldið var hann av sveisarunum kostin besti føroyski spælarin. Hann gjørdist eisini toppskjútti í dystinum við átta málum