Andstøðan í Egyptalandi hevur boðað frá stórum mótmælisgopngum í dag, og eygleiðarar siga, at dagurin kann avgera framtíð landsins. Longu tíðliga í morgun vóru fleiri túsund fólk komin saman í miðbýnum í Kairo, og roknað verður við, at ein millión fólk fara at taka lut í mótmælistiltakinum har.
Eisini í Alexandria verður skipað fyri stórum mótmælistiltaki, og har rokna fyrireikararnir eisini við, at ein millión fólk fara at taka lut.
Fyrireikararnir vóna, at tær stóru mannamúgvurnar fara at sannføra Hosni Mubarak, forseta um, at hann eigur at leggja frá sær.
Egyptiski herurin kunngjørdi í gjárkvøldið, at hann fer ikki at brúka makt ímóti mótmælistiltøkunum, og Omar Suleiman, varaforseti, hevur sagt, at hann fer at tingast við teir politisku flokkarnar longu í dag um at endurskoða grundlógina.










