Hondbóltur
Eingin ivi tykist vera um, hvør stórdysturin er hetta vikuskiftið í manskappingini.
Stóran part av tíðini hevur spurningurin her verið, um tað verður Neistin ella H71, sum skal fylgja VÍF í FM-finaluna, og sunnudagin verður so triði innanhýsis dysturin teirra millum.
Tær báðar fyrru ferðirnar hava Neistamenn havt takið á hoyvíkingunum, og tí kann kanska staðfestast, at teir hava eitt ávíst tak á grannunum. Hartil tóktist Neistin veruliga reisa seg hóskvøldið, eftir at seinastu vikurnar annars hava verið alt annað enn góðar. Ein gongd, sum hoyvíkingarnir hava gagnnýtt til at leggja seg framum Neistan við betri málmuni.
Hoyvíkingarnir hava eisini verið rættiliga væl koyrandi seinastu vikurnar, og megna teir at halda fast í góða spælinum, sum liðið hevur sýnt, kunnu teir gerast serstakliga tungir hjá Neistanum at syfta.
Strandingar lúra
Í Vestmanna kann VÍF gera enn eina staðfesting móti sínum finaluplássi, tá teir spæla móti grannunum úr KÍF, sum nú einki hava at spæla fyri restina av kappingarárinum. Hinvegin er júst uppgerðin móti VÍF nakað, sum kann tendra kollfirðingarnar, og tí skulu teir á gula oddaliðnum neyvan rokna við nakrari lættari uppgerð.
Triði dysturin er á Skála, har StÍF og Kyndil skulu fremja eina endurtøku av hálvfinaluni í steypakappingini. Og hóast Kyndil vann tí uppgerðina, so er StÍF helst favorittur hesaferð. Bæði tí Kyndil nú má vera Høgna Klein fyriuttan, men eisini tí StÍF framvegis kann røkka FM-finaluni, um avrikini seinastu sjey dystirnar verða nóg støðug.