Kvinnurnar hjá Fleyr hava vunnið seg í steypafinaluna hjá kvinnum í flogbólti.
Fleyr vann fyrr í dag 3-1 á TB í hálvfinaluni, sum var spæld í KÍ-høllini. Settmunurin var 25-22, 25-11, 22-25 og 25-17.
TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr frá Rás2:
1) Hoyr frásøgumannin hjá Rás2, Óla G. Samuelsen siga frá teimum avgerandi bóltunum í hálvfinaluni TB-Fleyr 1-3. Hans Fróði Jensen var viðmerkjari.
2) Hoyr Hans Fróða Jensen taka samanum dystin.
Hóast hálvfinalusigurin, so heldur Hans Fróði Jensen ikki, at Fleyr spældi upp til sítt besta í dag.
Fleyr møtir vinnaranum av dystinum Dráttur-Mjølnir í steypafinaluni, sum verður í høllini á Hálsi í Havn, leygardagin 24. februar. Óli G. Samuelsen sigur frá dystinum á Rás2.
Hoyr samrøðuna Óli G. Samuelsen gjørdi við Anju Danielsen hjá Fleyr aftaná dystin HER
Hoyr samrøðuna Óli G. Samuelsen gjørdi við Suna Yong Petersen, hjálparvenjara hjá TB aftaná dystin HER