Avgerandi bóltarnir og samrøður: KÍF-Mjølnir 3-1 (Rás2)

(Rás2) Hoyr Mariu Hammer Matras (KÍF) og Ásu Frederiksberg (Mjølnir) seta orð á dystin KÍF-Mjølnir 3-1

Kollafjarðakvinnur tóku eitt stórt stig ímóti FM-finalunum í meistaradeildini hjá kvinnum í flogbólti, tá tær fyrr í dag vunnu 3-1 á Mjølnir í høllini í Kollafirði.

 

KÍF vann tvey tey fyrstu settini 25-21 og 25-11. Mjølnir tók sær aðrar partar fyri í triðja settinum, og klaksvíkskvinnur vunnu triðja sett 25-15. Fjórða settið sum bleiv avgerandi var sera javnt og spennandi, men endan var, at KÍF vann 25-23.

 

Fleyr er oddalið við 30 stigum. KÍF er nummar tvey við 20 stigum, fimm stig frammanfyri Drátt sum hevur 15 stig. Mjølnir hevur 14 stig, TB hevur 13 stig, og SÍ er aftast við 10 stigum. KÍF hevur leikt ein dyst færri enn Dráttur og Mjølnir, og tí sær tað ógvuliga gott út hjá KÍF.

 

TRÝST á PÍLIN undir báðum MYNDUNUM, og hoyr frá Rás2:

 

1) Hoyr frásøgumannin hjá Rás2, Óla G. Samuelsen siga frá avgerandi bóltunum í teimum fýra settunum.


2) Hoyr samrøðuna Óli G. Samuelsen gjørdi við eina ovurfegna Mariu Hammer Matras hjá KÍF.


3) Hoyr samrøðuna Óli G. Samuelsen gjørdi við Ásu Frederiksberg hjá Mjølnir, sum staðfestir, at tær fara at stríðast fyri tí lítla møguleikanum tær enn hava at røkka FM-finalunum.