Avgerandi bóltarnir og samrøður: ÍF-Mjølnir 3-2 (Rás2)

(Rás2) Hoyr hvussu ÍF vann 3-2 á Mjølni, og hoyr samrøður við Bartal Eliasen (ÍF) og Thorvald Danielsen (Mjølnir)

ÍF vann fyrru FM-finaluna á Mjølnir aftaná ein spennandi og drúgvan fimmsettara.

 

Pætur Albinus skrivaði soleiðis um dystin á in.fo fyrr í kvøld: 

 

 

ÍF – Mjølnir 3-2 (25-20, 25-18, 20-25, 20-25, 15-12)


1. sett:

Dystarbyrjanin var jøvn, og liðini fylgdust til 7-7, tá ið ÍF byrjaði at byggja sær eina leiðslu, sum skuldu vísa seg at halda alt settið. Tað endaði við, at ÍF vann fyrsta sett 25-20.


2. sett:

Mjølnir fekk ynskiliga byrjan upp á annað sett og kom á odda 3-0. Mjølnir var eisini á odda fyri tað mesta, men ÍF vendi settinum, og eftir at hava vunnið seg upp á javnt 17-17, gekk sum smurt hjá fuglfirðingum, sum við 25-18 løgdu seg á odda 2-0 í settum.


3. sett:

Aftur vann Mjølnir sær góða støðu og var á odda 10-7 og 16-12. ÍF minkaði heilt niður í 16-15, men so tók Mjølnir sær aftur um reiggj og við 25-20 minkaðu teir niður í 2-1 í settum.


4. sett:

Gongdin í fjórða setti var tann sama. Mjølnir dregur so við og við frá, og aftur megna teir at varðveita leiðsluna. ÍF haltar fyri tað mesta fýra-fimm bóltar aftaná, og tað endar eisini við, at Mjølnir vinnur settið 25-20 og javnar til 2-2 í settum. Nú verður neyðugt við einum fimta og avgerandi setti.


5. sett:

ÍF leggur seg á odda 3-0 og Mjølnir tekur timeout. Lítið hjálpti, tí ÍF legði seg á odda heili 9-0 áðrenn Mjølnir kom á talvuna. Mjølnir ressaðist og minkaði niður í 12-8 og 13-10, men tættari komu klaksvíkinar ikki, og við 15-12 í avgerandi setti vann ÍF fyrru FM-finaluna 3-2.

 

TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr frá Rás2:

 

1) Hoyr hvussu tað ljóðaði á Rás2 tá frásøgumaðurin, Hilmar Jan Hansen segði frá teimum avgerandi bóltunum í teimum fimm settunum. Suni Juul Pedersen var viðmerkjari, og hann tók samanum dystin.


2) Hoyr samrøðuna Hilmar Jan Hansen gjørdi við roynda ÍF-leikaran, Bartal Eliasen.


3) Hoyr samrøðuna Hilmar Jan Hansen gjørdi við Thorvald Danielsen, leikandi venjara hjá Mjølnir.