Fyrr í kvøld var dystur í meistaradeildini hjá kvinnum millum Drátt og Fleyr á Giljanesi.
Fleyr vann dystin 3-1. Settmunurin var 19-25, 24-26, 25-20og 15-25. Fleyr stýrir beint ímóti FM-finalunum. Tær eru á odda við 18 stigum, fýra stig frammanfyri Mjølnir. 10 stig eru niður til KÌF sum er á triðja plássi við átta stigum.
KÍF fær tó møguleika at minka um munin tá tær í annaðkvøld klokkan 20 taka ímóti SÍ. Óli G. Samuelsen sigur frá dystinum á Rás2. Øll kunnu lurta við á www.midlar.fo, og annars á FM 88,7, FM 95,9 og á FM 98,7.
TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr hvussu tað ljóðaði á Rás2 tá Hilmar Jan Hansen segði frá teimum avgerandi bóltunum í dystinum Dráttur-Fleyr 1-3.
Magnus Tausen var viðmerkjari hjá Rás2 í kvøld. Hoyr hvussu Magnus tók samanum hvørt settið og allan dystin, og hoyr prátið hann og Hilmar Jan høvdu við endan av sendingini á Rás2 í kvøld.
Støðan | Dystir | Sett | |||||||
Lið | leiktir | 3-0/3-1 | 3-2 | 0-3/1-3 | 2-3 | vunnin | tapt | munur | Stig |
Fleyr | 7 | 6 | 0 | 1 | 0 | 18 | 5 | 13 | 18 |
Mjølnir | 6 | 4 | 1 | 1 | 0 | 15 | 6 | 9 | 14 |
KÍF | 5 | 2 | 1 | 2 | 0 | 9 | 9 | 0 | 8 |
SÍ | 7 | 1 | 1 | 3 | 2 | 11 | 17 | -6 | 7 |
Dráttur | 8 | 2 | 0 | 5 | 1 | 10 | 18 | -8 | 7 |
TB | 7 | 2 | 0 | 5 | 0 | 7 | 15 | -8 | 6 |