Mansliðið hjá Fleyr legði eitt lítið trýst á Mjølnir í kappingini um annað FM-finaluplássið í meistaradeildini hjá monnum í flogbólti, har tað leingi hevur verið greitt, at ÍF verður annað liðið í FM-finaluni.
Fleyr vann greiðan 3-0 sigur á SÍ vesturi í Sørvági í dag. Settmunurin var 19-25, 15-25 og 17-25.
ÍF er greitt oddalið við 34 stigum. Mjølnir er nummar tvey við 28 stigum, og Fleyr er nummar trý við 26 stigum. Mjølnir hevur tó spælt tveir dystir færri enn Fleyr.
Komandi mikukvøld kann Mjølnir aftur leggja sjógv millum seg og Fleyr við at vinna á SÍ á heimavølli. Vinnur Mjølnir 3-0 ella 3-1 eru aftur fimm stig á muni.
TRÝST á PÍLIN undir báðum MYNDUNUM, og hoyr frá Rás2:
1) Hoyr frásøgumannin hjá Rás2, Óla G. Samuelsen siga frá avgerandi bóltunum í dystunum millum SÍ og Fleyr vesturi í Sørvági í dag. Kristian Mikkelsen, venjari hjá Fleyr-kvinnum var viðmerkjari. Kristian tók eisini samanum dystin.
2) Hoyr samrøðuna Óli G. Samuelsen gjørdi við Jan Hentze, venjara hjá Fleyr. Jan Hentze hevur ikki so bjartar vónir um, at Mjølnir fer at snáva, men hann setir sína seinastu vón til, at SÍ og ÍF fara at gera sítt til, at Fleyr stendur við einum møguleika tá Fleyr tekur ímóti Mjølnir um níggju dagar.
3) Hoyr samrøðuna Óli G. Samuelsen gjørdi við Jákup Martin Weihe hjá SÍ, sum staðfestir, at teir eru ikki so motiveraðir sum teir eiga at verða nú liðið liggur langt aftast í kappingini.
Í meistaradeildini hjá kvinnum bleiv tað í dag staðfest, at tað verða Fleyr og KÍF sum møtast í FM-finaluni.
KÍF vann 3-1 (25-27, 13-25, 25-18 og 17-25) á TB í Trongisvági. Dráttur vann 3-0 á SÍ (25-19, 25-14 og 25-17) á Giljanesi.
Fleyr hevur 39 stig og KÍF hevur 24 stig. Dráttur hevur 18 stig og Mjølnir hevur 17 stig. TB hevur 13 stig og aftast er SÍ við 12 stigum.