- Í kvøld ræður bara um at sleppa víðari og einki meira. Teir fara at stríðast alt teir eru mentir framman fyri heimaáskoðarunum, men tað eru vit fyrireikaðir uppá.
David Williams verður møguliga annar av framherjunum, sum verða millum teir fyrstu ellivu hjá Brøndby í kvøld. Hann staðfestir fyri almennu heimasíðuni hjá Brøndby, at hann og liðfelagarjnir ikki síggja graslíkið sum nakran vansa.
- Vit fara at spæla okkara spæl, og eg trúgvi ikki, at graslíkið fer at seta bein fyri tí. Vøllurin er fínur. Um vit vísa sama máltev sum undir venjing í gjár, so skuldi ikki verði nakar ivi. Hinvegin skulu vit ikki fáa mál ígjøgnum fyri at geva teimum eina vón. Vit gleða okkum til í kvøld, og líkamikið hvat skulu vit avgerða dystin tíðliga, sigur David Williams.










