Avgerð verður tikin í dag

Á løgtingsfundinum, sum byrjar klokkan 11 fyrrapartin, skal tingið enn einaferð taka støðu til uppskotið um broytingarnar í hjúnabandslógini

Enn einaferð skal uppskotið um broytingar í hjúnabandslógini til viðgerðar í Løgtinginum.

 

Og fyri aðru ferð er talan um 2.viðgerð, tí seianst var málið beint aftur í nevnd. Tí hevur trivnaðarnevndin viðgjørt málið einaferð aftur og hevur skrivað eitt nýtt álit, har millum annað støðan hjá Føroya biskupi verður val lýst.

 

Broytingarnar krevja eisini, at grein 14, stk.2 í donsku hjúnabandslógini verður broytt. Tí verður skotið upp, at lógin ikki meur í gildi fyrr enn 1.dessember - ella tá ið broytingarnar eru gjørdar í donsku lógini.

 

Verður uppskotið samtykt í dag, so skal tað eisini gjøgnum eina 3.viðgerð áðrenn tingið fer í summarfrí - annars fellur málið burtur.