Hetta verður gjørt á fundi í starvsnevndini hjá FSF, sum savnast seinnapartin í dag fyri at avgreiða eittans mál: landsliðsvenjaraspurningin.
Sosialurin avdúkaði í gjár, hvørjir teir tríggir eru, sum kappast um at gerast føroyskur landsliðsvenjari í fótbólti. Talan er um danan Flemming Serritslev, serbiska Luka Kostic og skotska Colin Calderwood.
Men hóast Fótbóltssambandið nú fer undir at avgreiða henda spurning, so høvdu fleiri enn 1600 lesarar av Portalinum og Sosialinum klokkan 13.15 í dag longu sagt sína greiðu meining. Av hasum trimum møguleikum ynskja 62,4 prosent, at Colin Calderwood skal hava ábyrgdina av føroyska landsliðnum komandi árini.