Síðst í november hevur ein serfrøðingabólkur undir Heilsumálaráðnum útgreinað, hvørji krøv skulu setast til framtíðar teldukervið í sjúkrahúsverkinum, segði Bill Justinussen, landsstýrismaður, við Jan Christiansen, borgarstjóra, á fundi teirra millum mikudagin.
Býráðið í Havn stendur fyri at taka avgerð um, hvørja skipan kommunulæknarnir skulu hava, og tað hevur givið høvuðbrýggj. Tvær býráðssamtyktir siga, at skipanin skal samskifta við allar heilsustovnar. Tveir læknar hava roynt eina íslendska skipan, sum teir eru nøgdir við, men hinir læknarnir vilja heldur hava eina danska skipan. Nú bíðar borgarstjórin eftir, hvat heilsuverkið kemur til síðst í november.
? Serfrøðingarnir kanna, hvørjar skipanir í Norðurlondum best nøkta okkara tørv, og vónandi fáa vit sagt við tey, sum skulu vera partar av skipanini, hvørja skipan vit fara at velja, sigur Bill Justinussen.
Eitt avgjørt krav verður, at skipanirnar skulu samskifta, og Bill Justinussen viðgongur, at helst verður talan um eina journal fyri hvønn sjúkling, men hann undirstrikar, at tað enn ikki er viðgjørt politiskt.
Tað er annars tankin um eina sentralskrá, sum ræðir fleiri kommunulæknar í Havn. Trygdin er best, um upplýsingarnar eru í varðveitslu hjá einstaka kommunulæknanum, halda fleiri. Aðrir halda, at upplýsingarnar eru best tryggjaðar í eini og somu teldu.