Hvør verður uppgávan hjá Stuðulsstovninum í framtíðini, og hvar kann uppgávan røkjast best? Hesar spurningar hevur Annlis Bjarkhamar sett sær, nú greiða skal fáast á, hvar Stuðulsstovnurin skal liggja í framtíðini. Síðan táverandi landsstýrismaður í undirvísingar- og mentamálum, Torbjørn Jacobsen, fyri góðum tveimum árum síðan boðaði frá, at Stuðulsstovnurin skuldi flytast úr høvuðsstaðnum til Runavíkar, hevur stovnurin at kalla hingið í leysari luft. Stuðulsstovnurin húsast sum er í hølunum hjá Mentamálaráðnum við Hoyvíksvegin í Havn.
Terji á Lakjuni, leiðari á Stuðulsstovninum sigur, at verandi støða kann ikki halda fram.
- Tað er sera ringt at menna stovnin, tá vit ikki vita, hvar framtíðin hjá honum liggur. Eisini er tað ørkymlandi fyri starvsfólkini, og tí verði eg noyddur at fáa svar skjótt, sigur Terji á Lakjuni. Fyrrverandi landsstýrismaður í undirvísingar- og mentamálum, Óli Holm, setti eina kanning í verk av støðuni hjá Stuðulsstovninum. Har kom fram, at tey seks starvsfólkini á stovninum vóru alt annað enn fegin um at flyta úr høvuðsstaðnum. Eisini mælti leiðarin á Stuðulsstovninum tá frá at flyta stovnin. Grundgevingarnar hjá Terja á Lakjuni vóru tá, at serkunnleikin verður mistur, samstarvið við aðrar stovnar viknar, umframt at stovnurin gerst dýrari at reka.
Nú liggur avgerðin um Stuðulsstovnin á borðinum hjá Annlis Bjarkhamar. Landsstýrismaðurin í undirvísingar- og mentamálum er klár yvir at verandi støða skapar ótryggleika á Stuðulsstovninum. Og hon ásannar, at títta vaktarskiftið á brúnni í Mentamálastýrinum seinastu árini hevur gjørt, at málið hevur tikið alt ov langa tíð at avgreiða. Landsstýrismaðurin í undirvísingar- og mentamálum lovar, at ein endalig avgerð verður tikin um stovnin innan fáar vikur. Annlis Bjarkhamar sigur, at hon fyrst má seta seg inn í málið og kanna, hvørjar grundgevingarnar og fortreytirnar á sinni vóru fyri, at stovnurin skuldi flytast til Runavíkar.
- Mítt útgangsstøði er politiska útmeldingin hjá undanmanni mínum um, at stovnurin skal flytast til Runavíkar. Men áðrenn eg taki endaliga avgerð, fari eg at seta mær sjálvum spurningin, hvar uppgávan hjá Stuðulsstovninum verður røkt best. Spurningurin eigur at setast, hóast vit longu hava eina politiska útmelding í málinum, sigur Annlis Bjarkhamar. Hon leggur afturat, at eisini skulu starvsfólkini vera tikin við upp á ráð.
Sostætt er ikki vist, at tað júst verður Runavík, sum í framtíðini verður heimstaður hjá Stuðulsstovninum, og arbeiðspláss hjá teimum seks starvsfólkunum á stovninum. Annlis Bjarkhamar sigur, at Stuðulsstovnurin í framtíðini kemur at vera fyri broytingum og vísir á, at stovnurin sum frálíður skal fevna um øll føroysk lesandi uttanlanda.
- Tí er neyðugt, at vit finna bestu loysnina, har stovnurin hevur møguleika fyri at menna seg, sigur Annlis Bjarkhamar. Hvørt tað verður í Runavík, í Havn ella kanska onkra heilt aðrastaðni, hevur hon enn ikki tikið endaliga støðu til. Men ein avgerð skal takast innan heilt fáar vikur, leggur Annlis Bjarkhamar afturat.
Sum er fyriliggur ein tilráðing frá serkunnleika um at flyta Stuðulsstovnin til Runavíkar. Landsarkitekturin hevur verið og hugt at hølum til stovnin í Runavík, og m.a. hevur verið uppá tal at stovnurin skal húsast í hølunum hjá Tjaldurs Apotekinum í Runavík.