FÓTBÓLTUR
Sveinur Tróndarson, verandi kappingarstjóri í FSF, fer seinni í mánaðinum at takka fyri seg í føroyska Fótbóltssambandinum á hesum sinni. Hann boðaði í farnu viku frá, at hann stillar ikki upp aftur til komandi aðalfund.
Eitt strævið og rokmikið, men samstundis læruríkt, tíðarskeið fær tí sín enda. Saman við starvsfeløgum sínum hevur hann verið í andglettinum í málunum um millum annað Hjalgrím Elttør og Christian Mouritsen og finaluni um Løgmanssteypið. Tá hevur heitið sum formaður í Kappingarnevndini og arbeiðið sum fjølmiðlamaður ikki hóskað serliga væl saman.
- Tað samsvarar sjálvsagt ikki. Eg siti á eini redaktión hvønn dag við innliti í FSF, sum hevur stóran almennan áhuga. Eg hugsaði ikki stórvegis um tað, tá eg tók við fyri tveimum árum síðan, tí eg var í øðrum starvi. Tá eg aftur fór at royna meg sum fjølmiðlamaður vildi eg ikki renna frá uppgávuni í Fótbóltssambandinum, sum eg hevði bundið meg til. Tí takki eg fyri meg nú, sigur fráfarandi kappingarstjórin í FSF.
Sveinur Tróndarson hevur seinastu 11 árini starvast sum tíðindamaður.
Angrar onga avgerð
Sjóneykan hevur í fleiri førum av álvara verið sett á Fótbóltssambandið seinastu tvey árini. Fleiri hava verið ósamd í niðurstøðunum hjá FSF, sum hevur havt við sær rok í almenna rúminum.
Sveinur Tróndarson letur ongan iva verða um, at hann ikki iðrar seg um nakra avgerð, sum hann hevur verið við at tikið. Tær eru fakliga grundaðar, sigur hann.
- Tað er einki at taka seg aftur í, at seinastu tvey árini hava verið sera turbolent. Tað hevur verið ein stór byrða. Men eg hevði ikki tikið øðrvísi avgerðir í ymsu málunum, um eg fekk møguleikan aftur. Eg metti, at eg kundi ávirka arbeiðið hjá Fótbóltssambandinum. Tí tók eg av. Um tað hevur eydnast mugu onnur meta um, sigur Sveinur Tróndarson, sum lýsir tíðarskeiðið sum avbjóðandi, læruríkt og áhugavert.
Ov tíðliga
Sveinur Tróndarson varð valdur í nevndini hjá FSF fyri tveimum árum síðan. Alt fyri eitt varð hann settur sum formaður í Kappingarnevndini. Ella: Alt ov skjótt varð hann settur sum formaður í Kappingarnevndini.
Sveinur Tróndarson metir ikki, at nývaldir nevndarlimir skulu sleppa fram at formanssætunum beinanvegin. Sum púra óroyndur hevur tú tørv á at seta teg í ymsu viðurskiftini, og tað kann verða trupult við stóra trýstinum uttanfrá.
- Føroyingar hava stóran áhuga í fótbólti, og tað er gott tekin, at fólkið viðger arbeiðið í Fótbóltssambandinum. Føroyskur fótbóltur kann bara flytast rætta vegin í felag. Sjálvandi verður nógv mótstríð frá feløgum og øðrum, men tað er við sama endamáli fyri eyga. Tað er alneyðugt at trupulleikarnir verða loystir á skilabestan hátt, sigur Sveinur Tróndarson.
Umframt at vera formaður í Kappingarnevndini, hevur Sveinur Tróndarson sitið í Lógar- og sáttmálanevndini og útbúgvingar- og menningarnevndini.
Broytingar koma
Sveinur Tróndarson vil í løtuni ikki siga, um hann kundi hugsa sær nevndarsess í FSF aftur í framtíðini. Hann hevur nú kunngjørt, at hann ikki stillar upp aftur, og tí fer hann ikki at taka støðu til júst hendan spurningin nú.
- Eg eri ein teirra, sum plagi at siga, at ‘tú ongantíð skal siga ongantíð’. Eg fari ikki frá nú og samstundis siga, at eg stilli upp aftur um nøkur ár. Nú fáa vit at síggja, sigur Sveinur Tróndarson, sum stórtrívist sum fjølmiðlamaður.
Um ein mánaða kanst tú meta um arbeiðið hjá FSF við journalistiskum eygum. Hvørjum skal Fótbóltssambandið serliga arbeiða við komandi tvey árini?
- Tað er kanska ikki rætt hjá mær at siga beint nú. Broytingarnar koma altíð av sær sjálvum, so hvørt málini koma á breddan. Innanhýsis verða broytingar framdar í næstum. Vit hava arbeitt við einari nýggjari skipan sum skal leggja kappingarnar og spurninginum um spæliloyvið. Tað má komandi nevndin taka endaliga støðu til, sigur Sveinur Tróndarson.