Avgerðin var røtt

Hannis P. Wardum & Uni Wardum

Í samband við feildøming í dystinum millum Stíf?Neistan, sum varð umrødd í bløðunum í farnu viku, sipaði kappingarleiðarin hjá HSF, eisini til tríggjar aðrar hendingar, har dómarnir høvdu tikið skeiva avgerð í avgerðandi løtu í samband við team time-out.
Undirritaða dómarapar dømdi dystin millum millum Kíf ? Neistan tann 15. februar 2004, har vit dømdu brotskast eftir at dómaraborðið hevði floytað ov seint til team time-out. Neistin hevði mist bóltin og hevði tí ikki rætt til time-out og Kíf fer í skjótt mótálop tá dómaraborðið floytar fyri time-out til Neistan.
Dómaraborðið skal syrjga fyri at liðið sum biðjur um time-out, hevur bóltin. Um liðið ikki hevur bóltin, skal tað grøna kortið
returnerast til liðið.
Best hevði verið um kappingarleiðarin hevði fingið kunning um døming, áðrenn hann úttalar seg um slíkt. Hann var eisini fyrstur eftir at dysturin var av, at spyrja dómaraparið hví vit dømdu, sum vit gjørdu, og hann fekk svarið tá. So tað er eitt sindur undrunarsamt hví hetta dømið verður tikið uppaftur nú og serliga tá avgerðin var røtt.
Sambært altjóða reglum var avgerðin røtt og kann staðfestast av
dómarafelagnum.