Avgerðin um FM fellur í vikuskiftinum

Komandi vikuskifti fellur avgerðin um, hvør verður føroyameistari í liðkappingini í bridge. Spælt verður í Bridgehúsinum í Havn, og byrjað verður fríggjakvøldið kl. 19.30. Í 1. deild hava tvey lið víst sannførandi og støðugt spæl, og tað skal henda nógv óvantað, um ikki annað av hesum verður føroyameistari. Liðini, talan er um, eru hesi bæði:

Liðið hjá Allan Dal-Christiansen
Per Kallsberg ? Dánjal Pauli Mohr
Jóannes Mouritsen ? Heðin Mouritsen

og liðið hjá Junior Buss Taxa
Bogi Simonsen ? Rói á Rógvu Joensen
Hans Jacob Petersen ? Arnbjørn Sivertsen
Gunnar Mouritsen ? Høgni Vesturklett

Hini bæði liðini í endaumfarinum eru:
Liðið hjá Jónu Grunnveit
Jóna Grunnveit ? Henriette Svenstrup
Eyðun Jensen ? Niels Nielsen
Øssur Winthereig ? Pól Joensen

Og liðið hjá Símin Lassaberg
Símin Lassaberg ? Eyðun Anthoniussen
Magni Jøkladal ? Robert Langgaard
Marner Joensen ? Árni Dam

Innleiðandi kappingina vann liðið hjá Junior Buss Taxa við 196 stigum framman fyri liðið hjá Allan Dal-Christiansen við 193 stigum.
Endaspælið er skipað á tann hátt, at tey fýra liðini hava helvtina av stigunum í innanhýsis dystunum frá innleiðandi umfarinum við sær. Tá er støðan hendan, áðrenn sjálvt endaumfarið byrjar:

Allan Dal-Christiansen
Junior Buss Taxa
Jóna Grunnveit
Sími Lassaberg

2 deild
Vinnarin av 2. deild gjørdist liðið hjá Jens Paula G. Nolsøe, og hetta liðið fer beinleiðis upp í 1. deild komandi ár. Liðini á 2. og 3. plássi í 2. deild skulu komandi vikuskifti saman við teimum báðum aftastu liðunum í innleiðandi umfarinum í 1. deild leika um hitt plássið í 1. deild komandi ár. Í hesum bólkinum byrja øll liðini á 0 stigum. Liðini í upp- og niðurflytingarbólkinum eru:

Carl Mikkelsen
Jórun Johannesen
Hallur Ellingsgaard
Petur Winther

Manningin á liðnum hjá Jens Paula G. Nolsøe, sum vann 2. deild, er henda:
Jens Pauli G. Nolsøe ? Høgni Hansen
Kaj Alstrup ?Hallberg Arnfríðsson
Sveinn Stefánsson úr Íslandi leikti eisini nakrar dystir við á liðnum.

Eitt spæl frá steypafinaluni:

VesturEystur
Sp: EKSp: DB96
Hj: 95Hj: EKB3
Rú: EK85432Rú: -
Kl: 64Kl: KD852

Meldingarnar:

BogiRói
VesturEystur
1rú2kl
3rú6rú

Í síðstu viku skrivaði eg um eitt spæl frá somu finalu, har eg sat við 12 hp. Og einum gangandi rútara og undirmeldaði hondina. Tað kostaði 13 imp. Hetta spælið kom tvey spøl seinri. Nú yvirmeldaði eg hondina eitt lítið sindur, og makkarin, sum júst hevði sæð meg siti við einum gangandi rútara og undirmeldað hann, vildi ikki brenna ein slemm afturtat og meldaði tískil 6rú, ið fór niður, aftur 13 imp út.