Avgerðin tikin: Um ein mánað verður føðideildin umskipað

Stjórin á Landssjúkrahúsinum sigur, at nógv umstríddu umleggingarnar á føðideildini verða settar í verk og hann vónar at tað kann gerast um ein mánað

Umleggingar á føðideildini

Tað er nú greitt, at føðideildin á Landssjúkrahúsinum verður umskipað, soleiðis sum leiðslan hevur ætlað.
Sostatt er tað eisini greitt, at harðligu mótmælini frá sjúkrarøktarfrøðingunum rinu ikki við leiðsluna á Landssjúkrahúsinum.
Poul Geert Hansen, stjóri á Landssjúkrahúsinum, sigur, at gongst sum ætlað, verða umleggingarnar settar í verk 1. mai.
Hann sigur, at endamálið við umleggingunum er at fáa eina betri góðsku og samanhang í samlaðu tænastuna hjá føðideildini og ljósmøðraskipanina og samstundis fáa ein meiri rationellan rakstur av deildunum.
? Ongi røktarstarvsfólk verða søgd upp, men ósett og komandi leys størv, verða ikki sett aftur fyrrenn vit eru komin niður á starvsfólkatalið sum ætlað.
Hann sigur, at leiðslan á samanløgdu deildini verður skipað soleiðis at bæði sjúkrarøktarfakliga og ljósmóðurfakliga økið er væl umboðað.
? Leiðarastørvini verða fyribils sett fyrstu syftu, men áðrenn eitt ár er farið, verða tey lýst leys.
Leiðarin skal vera antin ljósmóður, sjúkrarøktarfrøðingur ella ein við báðum útbúgvingunum.
Í hesum sambandi kann viðmerkjast, at Annika Hoydal, ljósmóður, er settur sum ovasti leiðari á føðideildini.
Undir henni eru so tveir javntsettir millumleiðarar settir. Sólfríða Helmsdal, sum varð leiðari á føðideildini, er lækkað í tign og er nú settur millumleiðari fyri røktarfakliga økið og JoanVang, ljósmóður, sum er settur undirleiðari fyri ljósmóðurfakliga økið.
Poul Geert Hansen sigur, at nú fer leiðslan á Landssjúkrahúsinum at leggja til rættis út í æsir, hvussu arbeiðið á føðideildini skal skipast
? Vit leggja stóran dent á, at hetta verður væl skipað, so at øll starvsfólk verða tikin við í tilrættaleggingina og kunnu føla seg trygg. Vit fara eisini at leggja nógva orka í at samansjóða starvsfólkini, soleiðis at tey sum skjótast kunnu kenna seg, sum hoyrandi til eina og somu deild.
Poul Geert Hansen sigur, at ætlanin er at spara 1,7 millión um árið við hesi umleggingini. Samstundis skulu 5,6 ársverk av sjúkrarøktarfrøðingum sigast úr starvi og ljósmøður yvirtaka størvini.
Felagið Føroyskir sjúkrarøktarfrøðingar meta, at hetta svarar til átta sjúkrarøktarfrøðingar, tí tað eru so nógv, sum arbeiða hálva tíð og 3/4 tíð.
Poul Geert Hansein heldur, at tað er væl skilligt, at sjúkrarøktarfrøðingarnir kenna seg ótryggar, tí tað er ikki óvanligt, tá ið umleggingar verða gjørdir á einum arbeiðsplássi.
? Men vit fara at gera okkara ítarsta fyri at fáa umleggingarnar at ganga so væl sum gjørligt.