Nú er endalig avgerð tikin: Bummgjaldið fyri at koyra ígjøgnum Vágatunnilin verður ikki avtikið enn.
Tað hevur Henrik Old, landsstýrismaður í samferðslumálum, boðað nevndini fyri Vágatunnilin frá.
Á seinasta aðalfundi, sum var tann 14. apríl í fjør, varð viðtikið, at Vágatunnlin skuldi latast landinum tann 10. desember í ár, sama dag, hann fylti 14 ár.
Spurningurin er síðani blivin umrøddur við Henrik Old landsstýrismann og á aðalfundinum í tunlinum nú í vikuni hevur landsstýrismaðurin boðað felagnum frá, at Vágatunnilin ikki skal latast landinum í ár. Og sostatt heldur bummgjaldið fram.
Politikarar, bæði núverandi og fyrrverandi, hava annars tvíhildið um, at tað var ein avtala, at tá ið lánini vórðu goldin, skuldi Vágatunnilin handast landinum, og tað eru tey nú. Men aðrir politikarar vita einki um eina slíka semju.
Og Henrik Old hevur alla tíðina boðað frá, at hann fór ikki at avtaka bummgjaldið í óðum verkum. Eitt, hann stúrdi fyri, var, at játtanin, Landsverk fær at halda vegir, brýr og tunlar fyri, eru so lág, at nógv fellur í órøkt, og hann stúrir fyri, at Vágatunnilin fær somu lagnu, endar hann í stórapotti hjá landinum.
Hann vil eisini hava eina politiska semju um eina varandi loysn fyri samferðslukervið, áðrenn stig verða tikin til at avtaka bummgjaldið, og tað er eitt politiskt arbeiðið, hann fer undir í næstum.